Yrkisfelag hjá tryggingarfeløgum,
fíggjarstovnum og KT-fyritøkum
HVØRJI ERU VIT?
YTF er eitt yrkisfelag, sum hevur til endamáls at samla øll starvsfólk í tryggingar-, fíggjar-, KT- o.l fyritøkum í eitt yrkisfelag.
Betri Banki, Norðoya Sparikassi, Suðuroyar Sparikassi, Elektron, Betri Trygging, Betri Pensjón og Lív
Grundtankin í fakfelagsrørsluni er, at í felagsskapi røkka vit málum, sum vit ikki høvdu rokkið sum einstaklingar.
Við at standa saman í solidariskum anda kunnu vit gera okkara til, at arbeiðslívið verður gott og trygt, at vit fáa sámiliga løn og frítíð, ávirkan og vernd.
YTF tryggjar tær:
Skipaða arbeiðstíð
Feriu og 6. fríviku
Barnsburðarfarloyvi við fullari løn
og uttan miss í lønaraldriArbeiðsgevaragoldna eftirløn, ið er 18%
Løn undir sjúkrafráveru
Frí við løn at ansa sjúkum barni
Starvsfólkasamrøðu við tilvístan leiðara
Fráfaringarendurgjald
Sum limur hjá YTF
hevur tú rætt til:
At velja álitisfólk
Ókeypis løgfrøðiliga hjálp
Hjálp frá umsitingini, sum er tøk 4 dagar um vikuna
Ávísing av løn
Arbeiðsskaðatrygging, eisini til og frá arbeiði
Viðgerðartrygging
Avsláttur frá ymiskum fyritøkum
Samlagstrygging/bólkatrygging, ið inniheldur trygging við deyða, hættisliga sjúku og ískoyti til hoyritól