Ofta spurt

Hvussu gerist eg limur í YTF

Tú sendur ein teldupost til ytf@ytf.fo Limagjaldið er ásett á aðalfundinum, og er í løtuni 0,8% av A-inntøkuni. Síðan fært tú eitt limakort sendandi við postinum.

Limaskapur

Limirnir eiga sáttmálan, og hevur tú í prinsippinum ikki rætt til sømdirnar, sum sáttmálin ásetur um tú ikki ert limur í felagnum.

Limagjaldið fer til raksturin av felagnum, til samráðingar fyri limirnar og at vera limunum til hjálpar í øllum arbeiðsviðurskiftum.

Arbeiðstíð

Fyri peningastovanr  37 tímar um vikuna, døgurðasteðgir á 30 minuttir eru ikki íroknaðir.

Fyri tryggingarfeløgini 35 tímar um vikuna, døgurðasteðgir á 30 minuttir eru ikki íroknaðir.

Fyri Elektron 37 tímar um vikuna, døgurðasteðgir á 30 minuttir eru ikki íroknaðir. 

Feria

Ferian er 5 vikur sambært lógarásettu frítíð. Feriuárið verður roknað frá 1. apríl til 31. mars, har tú vinnur 2,5 dagar hvønn mánað. Har afturat, sambært sáttmálanum, hava starvsfólk og næmingar rætt til 5 eyka frídagar árliga. Hesir 5 eyka dagar frí innvinnast stigvíst. Sí sáttmálan fyri peningastovnar og trygging §7 stk 4 og Elektron §15 stk 5.