Flytisamsýning
Flytiendurgjald
Stk. 1 Flytiendurgjald
Hevur arbeiðsgevarin givið boð um starvsflyting í aðra bygd/kommunu, og starvsflytingin ikki er í sambandi við útnevnan til hægri starv, endurrindar arbeiðsgevarin skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við flyting av leysafæ v.m.
Verður starvsfólk flutt, rindar arbeiðsgevarin eftir nærri avtalu neyðugu ferðaútreiðslurnar, mat og vistarhald sambært almennu reglunum um tænastuferðir í einum tíðarskeiði svarandi til uppsagnartíðina.
Stk. 2. Fyribils tænasta í hægri starvi
Starvsfólk, sum fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, verða í hesum tíðarskeiði lønt við somu løn, sum tey høvdu fingið, um tey vórðu sett í starvið.
Tað áliggur deildarleiðarunum at kunna lønardeildina og starvsfólkið um broyttu lønina.