Aðalfundurin hjá YTF er 21. oktober 2016 kl. 17.30 í høllini í Smæruni

Dagsskrá verður send við telduposti.

Eftir aðalfundin uml. kl. 19:00 verður farið til borða á Hotel Hafnia. Fyri at vita hvussu nógv koma til borðhaldið, er neyðugt at melda luttøku innan 19. okt. kl. 12.00, tað verður gjørt við at svara teldupostinum tú fært viðvíkjandi aðalfundinum.

Ferðaútreiðslur fyri tey sum búgva uttan fyri Havnina verða endurgoldnar sambært almennum takstum, skjalið finnur tú á heimasíðuni undir limir. Tit sum búgva har tað ikki er landafast, kunnu skriva til skrivstovuna og bíleggja hotel í samband við aðalfundin.